MB-Tours varð til við støði í familjufyritøkuni Mouritsens Bussar, ið var sett á stovn í 1983.
Lunnarnir undir Mouritsens Bussar og síðani MB-Tours vóru lagdir tá fyrsti býbussurin varð keyptur í 1984 og sum árini liðu vant býarkoyringin uppá seg samstundis sum farið varð undir bussútleigan. Hetta var bæði flutningur av føroyingum og útlendingum her á landi, men eisini var leitað út um landoddarnar við bólkum. Tær vaksandi uppgávurnar innan ferðafólkaflutning førdu við sær, at Mouritsens Bussar á sumri 2000 lat upp ferðaskrivstovuna MB-Tours á Bryggjubakka í Havn. Skrivstovan skipar fyri ferðum og selir ferðaseðlar til Føroyar og út til allan heimin.